Kapping
Giljanesi:Tey eru best í danska kongaríkinum, tá ræður um vitan um fyrstuhjálp. Næmingarnir í áttanda B á Giljanesi.
Í mars mánað skrivaði danska tryggingarfelagið Tryg i Danmark út ein kapping, har áttandu flokkarnir í danska kongaríkinum kundu melda til. Kappingin gekk út uppá, at næmingarnir skuldu svara spurningum um fyrstyhjálp og hvussu teir høvdu borið seg at, um teir komu á staðið, har ein vanlukka var hend.
Marianna Simonsen, sum er flokslærari hjá áttanda B í Miðvágs- Sandavágs Skúla, ið vanliga verður nevndur Skúin á Giljanesi, greiðir frá, at næmingarnir hava gjørt alt arbeiðið sjálvir. Skúlin hevur latið teimum internetsamband í stovuna, og so hava tey klárað restina sjálv. Í felag, leggur lærarin dent á.
Kappingin varð skipað soleiðis, at næmingarnir skuldu meldast til við hvør sínum loyniorði, umframt at flokkurin fekk eitt loyniorð. Kappingin byrjaði so tann 24. mars og helt á til tann 30. mars á miðnátt. Ta tíðina kundu næmingarnir so hvør í sínum lagi hyggja at, um teir høvdu fingið nakrar spurningar at svara uppá.
Spurningarnir komu ógvuliga spjaddir. Til dømis hevði onkur fingið allar sínar spurningar, áðrenn onnur fingu nakrar. Onkru fekk tveir sama dag o.s.fr.
?Men tey hava verið ófør, greiðir Marianna, flokslærari, frá. Og kappingarandin kom veruliga fram eisini.
Onkuntíð hava tey í felag sitið við telduna. Tann, sum svara skuldi, tastaði inn, meðan onnur sótu við bók við síðuna av og svaraðu, so skjótt kundi tastast. Tí tað fór ein klokka í gongd, fyrsta, sum latið varð upp, og hon taldi, til afturlatið var. Tann tíðin skuldi telja við í útrokningini, tá úrslitið skuldi gerast upp.
Samlaða úrslitið varð so funnið við, at hvør einstakur næmingur varð skrásettur við sínum úrsliti. Tað vil siga svarið og tíðin, brúkt varð, og síðan var meðaltalið fyri allan flokkin tikið.
Tá avtornaði, og úrslitið varð kunngjørt á heimasíðuni www.redliv.dk, hevði áttandi B á Giljanesi flest stig av teimum 200 flokkunum, sum luttóku.
Flokkurin fær 25.000,- krónur í høvuðsvinningi. Eisini koma tveir danskir fyrstuhjálparinstruktørar til Føroya at geva teimum eitt tveir daga skeið í fyrstuhjálp.
Eisini átandi A á Giljanesi var við í kappingini, og gjørdist hann nummar 18.