Hósdagin boðaði Vilhelm M. Johannesen nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag frá, at hann hevði avgjørt at siga seg frá sum formann í felagnum.
? Eg ynski ikki at ósemjan, sum hevur verið í Handverksmeistarafelagnum skal geva Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsinum trupulleikar, og tí velji eg at fara, sigur fráfarni formaðurin.
? Ein feilur er hendur viðvíkjandi fundarpengum í øll hesi árini, og honum taki eg ábyrgd av. Men tá persónligar ósemjur nú eru við til at blása eitt avklárað mál upp, so velji eg at fara. Eg kann ikki liva við, at tað, eg havi barst fyri at byggja upp tekur skaða av einari ósemju um mín persón, sigur Vilhelm M. Johannesen í tíðindaskrivi, sum vit hava fingið frá Vinnuhúsinum.
Vilhelm M. Johannesen kom í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 1996, tá Føroya Handverksmeistarafelag valdi at leggja saman við Arbeiðsgevarafelagnum. Í 1997 tók hann við sum formaður eftir at Jógvan Vágsheyg legði frá sær, og hann hevur røkt formansstarvið fram til ígjár.
? Eg havi verið við til at samla vinnufeløgini undir einum taki, og vit hava bygt Vinnuhúsið upp til eitt munadygt málgagn fyri vinnuna. Og vit hava júst keypt eini hús, sum kunnu gerast ein virðiligur karmur um framhaldandi menning av Vinnuhúsinum. Eg føli tí ikki at mín partur liggur eftir, nú eg velji at fara frá sum formaður, sigur Vilhelm M. Johannesen.
Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, váttar, at umsitingin í 2003 varnaðist ein feil í uppgerðini av fundarpengum fyri tey tvey undanfarnu árini. Hesin feilur var rættaður fyrst í desember og tá var slætt borð.