Samstundis sum badmintonfólkini sólaðu sær í gulli og øðrum heiðursmerkjum á Oyggjaleikunum í Álandi, vóru 80 børn og ung á badmintonskúla í Havn. Tað sigur kanska eitt sindur um, at tað sær bjart út fyri framman hjá føroyskum badminton. Spælararnir, sum vóru við í Álandi, eru enn ungir og kunnu halda á í mong ár aftrat, umframt at eitt stórt arbeiði verður gjørt við at seta við.
Trý gullmerki, umframt eitt silvur- og eitt bronsumerki, er avgjørt størsta úrtøkan nakrantíð, og tí var heldur ikki so løgið, at Høgni Carlsson, sum hevði tvær døtur við á landsliðnum, umframt at hann var liðleiðari, var sera væl nøgdur, tá alt var av.
– Eg kann ikki vera annað enn ótrúliga væl nøgdur. Eg eri ófatiliga erri av spælarunum og tí, teir hava avrikað. At vit skuldu fara at vinna trý gullmerki, høvdu vit ikki torað at droymt um áðrenn. Men vit hava lagt øgiliga stóra orku í at menna spælararnar, sum taka hetta í stórum álvara, so tað er gleðiligt, at tað gevur úrslit, segði Høgni Carlsson.
– Her er øgiliga stór framgongd, og fleiri av hinum undrast á, at vit eru blivin so sterk. Nú hevur so Gotland eisini bjóðað okkum at koma at spæla onkra kapping hjá teimum, so tað er stuttligt. Vit skulu nú til at finna onkra góða kapping næsta ár, so vit eru væl fyri at verja gullið um tvey ár. Og kanska var tað allíkavæl gott, at vit ikki vunnu alt hesa ferð, tí nú hava vit framvegis okkurt gott at fara eftir.
Hyggja frameftir
Høgni sigur, at Sigrun Smith hevur styrkt væl um føroyska hópin, men at badminton haraftrat hevur havt ótrúliga dugnaligar venjarar, sum hava tikið sær væl av spælarunum, ið veruliga toppaðu í Álandi.
– Nú standa vit við øgiliga góðum spælarum, harav fleiri eisini eru ungir og eru á veg fram. Vit hugsa eisini longur fram og hava tikið upp samstarv við Grønland og Ísland um tey ungu, U13, U15 og U17, og í heystfrítíðini fara vit til Íslands, umframt at vit sjálv skulu skipa fyri kapping í heystfrítíðini næsta ár, segði Høgni Carlsson.
– Helst mugu vit eisini hyggja enn meira úteftir, fyri at finna nakrar avbjóðingar til landsliðið. Har hava vit tíbetur gott samstarv við europeiska badmintonsambandið, so vit kunnu saktans loyva okkum at miðja eftir eitt sindur hægri stigi. Danmark er eisini ein sterk tjóð í badminton, so har hava vit kanska eisini møguleika fyri avbjóðingum, ið kunnu menna okkara spælarar enn meira.
Botnurin undir framúr góðu úrtøkuni var lagdur í liðkappingini fyrst á leikunum, har tað eydnaðist Føroyum at vinna á øllum teimum, ið vanliga hava verið tey sterkastu, so fyrsta gullið nakrantíð kom til høldar. Og krúnan á verkinum var so leygardagurin, tá enn fleiri heiðursmerki vóru vunnin, hóast tað týðiliga sást, at føroysku spælararnir nú vóru blivnir moyrir eftir eina tunga og strævna, men góða viku.