Best at sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni

- Løgmaður koyrdi meg fyri at fáa frið og so haldi eg, at tað er best, at Sjálvstýrisflokkurin setir seg á síðulinjuna, sigur Kári P. Højgaard.

- Eg haldi, at tað er best fyri allar partar, at Sjálvstýrisflokkurin setir seg á síðulinjuna.

 

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.

 

Í morgin hittist leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum at viðgera politisku støðuna og at gera av, hvat flokkurin skal gera, nú løgmaður loysti Kára P. Højgaard úr starvi sum landsstýrismann í innlendismálum hósdagin. 

 

Men sjálvur heldur Kári P. Højgaard, at tað er frægast, at Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni.

 

- Løgmaður segði meg úr starvi fyri at fáa politiskan frið um Eysturoyartunnilin.

 

- Samstundis hevur hann sálvur tikið róðrið í málinum um Eysturoyartunnilin og eg haldi, at tað gagnar málinum betri, at Sjálvstýrisflokkurin setir seg á síðulinjuna.

 

Kári P. Højgaard heldur, at fer Sjálvstýrisflokkurin í andstøðu, fer tað et geva honum fríari ræsur.

 

- Í eini samgongu eru vit bundin av einum samgonguskjali, eisini í málum,  vit í veruleikanum ikki taka undir.

 

- Í andstøðu ber til at taka støðu frá máli til mál og at atkvøða fyri teimum málum, einum hóvar.

 

Kári P. Højgaard ger greitt, at fer Sjálvstýrisflokkurin í andstøðu, fer hann at vera samstarvshugaður við samgonguna og at taka undir við teimum málum, hann er samdur í.

 

- Eg haldi ikki, at tað er serliga mennandi hjá eini andstøðu at hava sum einasta mið og mál at sabotera, oyðileggja og niðurgera samgonguna.

 

- Slíkan andstøðu politikk fari eg ikki at føra, kemur leiðslan í flokkinum til ta niðurstøðu í morgin, at vit skulu fara úr samgonguni, sigur Kári P. Højgaard.