Keypir tú ferðina til útlandið umvegis netið, er best at brúka eitt altjóða gjaldskort.
Bæði danskir og føroyskir bankar gera nú vart við hetta.
Tá ein ferð er keypt við einum altjóða gjaldskorti sum MasterCard, ert tú betri tryggjaður, um flogfelagið fer á húsagang. Tískil er skilagott at bíleggja ferðina á netinum við einum MasterCard.
Tað eru tvey sløg av MasterCard, sum kallast ávíkavist MasterCard Debit og MasterCard Kredit.
MasterCard Debit hevur saldueftirlit, soleiðis at tú kanst ikki nýta meira pening, enn tú eigur á kontuni. Fyri fólk, sum frammanundan hava Visa Dankort, er MasterCard Debit eitt gott og trygt gjaldskort, sum til ber at hava afturat hinum kortinum.
MasterCard Kredit er eitt gjaldskort við kreditti aftanfyri, sum bæði einkultpersónar og virki kunnu ogna sær. Tó skal ein kredittmeting gerast fyri at meta, um mann er egnaður til hetta kortið.
Til ber at lesa meir um MasterCard Debit og MasterCard Kredit her