Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, ætlar ikki at leypa framav í spurninginum um nýtt vaktarskip.
Tað boðaði hann frá á tinginum hósdgin, tá ið um- bønin frá Landsstýrinum um eina eykajáttan var til viðgerðar.
M.a. hevur Landsstýrið biðið um 16 milliónir eyka til nýtt vaktarskip nú í ár.
Og tað funnist nógvir tingmenn hvassliga at.
Ein spurningur sum fleiri reisti, var, hví Beskytteren ikki verður leigaður fyribils, til vit fáa gjørt okkum heilt greitt, hvat vit vilja á økinum.
Kann verða dýrur
Annars helt hann, at málið um at leiga Beskytteren er ikki so einfalt, sum tingmenn vildu gera tað til.
Tað er kannað nágreiniliga um, hvørjum treytum tað ber til at leiga Beskytteren undir, men enn eru allir upplýsingar ikki fingnir til vega.
?T.d. hevur tað verið sagt, at vit fáa hann fyri onki. ? Men hóast hann kanska verður bíligur, er tað ein sannroynd, at enn hava danir ikki svara fyrispurningi okkara um prís.
? Vit vita eisini, at hann hevur verið skrásettur sum krígsskip og at tað verður neyðugt við eini umbygging, um hann skal skrásetast sum handilsskip.
? Men hvør skal betala, er ógreitt.
Vit vita heldur ikki, um vit fáa eykalutirnar, sum danska verjan hevur, ella um vit eisini skulu útvega okkum eykalutagoymslu.
Jørgen Niclasen sigur, at tað er heldur ikki heilt greitt hvørjar rakstrarútreiðslurnar verða.
? Men eitt vita vit, og tað er, at hann brúkar munandi meiri í olju enn Tjaldrið ger, og tað nýggja skipið, vit ætla at byggja, ger.
?Beskytteren brúkar fyri umleið 1,6 millión meiri í olju um árið enn Tjaldrið ger.
? Og tað enntá nú ímeðan oljuprísurin er ógvuliga lágur .
? Hækka prísirnir, verður munurin enn størri.
Landsstýrimaðurin sigur, at manningin verður eisini væl dýrari á Beskytteren.
? Við Tjaldrinum eru 11 mans og tað sama verður við skipinum, vit ætla at byggja.
Við Beskytteren skulu minst 16 mans vera við, helst 19 mans, sigur manningin sjálv.
? Men halda vit okkum til 16 mans, fer tað at kosta 3,5 meiri til hýrur, enn tað kostar at manna Tjaldrið og tað nýggja skipið.
? Sostatt fer tað at kosta minst 5,1 millión bara í olju og í hýrum, umframt í møguligum øðrum útreiðslum, sum vit ikki kenna til enn, segði Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tosa vit so um at leiga Beskytteren í fleiri ár, kann hann skjótt blíva dýrur.
Annars verður sagt um Beskytteren, at hann er vælegnaður til eftirlit, men minni væl egnað til bjarging, tí hann manøvrerar ikki so væl.
? Vit hava brent okkum einaferð av at keypa brúkt. ? Og vit skulu ikki gera sama mistak aftur, so tað er neyðugt, at vit hugsa okkum væl um.
Ósatt
Henrik Old segði, at tað var ósatt, at Beskytteren kostaði so nógv meiri í rakstri enn Tjaldrið, sum Landsstýrismaðurin sigur, at hann ger.
? Sjálvandi er eitt stórt skip dýrari í rakstri enn eitt lítið skip.
? Men tað ljóðar heilt burturvið, at Beskytteren brúkar fyri 1,6 millión meiri í olju.
? Tað kann ikki vera uttan at ætlanin er at sigla við fullari ferð, 24 tímar um samdøgurið, 365 dagar um árið, og tað ger hann ikki.
?So upplýsingarnir um oljunýtsluna eru beinleiðis ósannir, segði Henrik Old.
? Hann trúði heldur ikki uppá, at lønarútreiðslan er so stór, sum landsstýrismaðurin segði.
Men skulu fimm mans hava 3,5 milliónir í løn um árið, eru teir so væl løntir, at vit skuldu havt søkt kans hjá vaktartænastuni, helt Henrik Old.
Annars minti hann á, at í 1995 upplýsti fiskivinnustjórin fyri løgtinginum, at tað fór at kosta tríggjar milliónir at hava Ólav Halga siglandi í eina tíð afturat. Men síðani er sami Ólavur Halgi gjørdur ístand fyri ein 1/10 part av tí, ella minni enn 300. 000 krónur, og nú er hann klassaður fyri fýra ár afturat.
Eisini Jógvan á Lakjuni ivaðist í roknistykkinum hjá landsstýrismanninum. Hann segði, at Beskytteren hevur tríggjar motorar, men at tað er ikki neyðugt brúka allar tríggjar alla tíðina.
Eisini Hergeir Nielsen helt, at kostnaðarmetingin var skeiv, tí hann hevði tosað við skiparan á Beskytteren og teir prísir, sum hann upplýsti, samsvara ikki við teir, sum landsstýrismaðurin hevði.
Jóannes Eidesgaard helt ikki, at Beskytteren var so illa egnaður til bjarging, sum Jørgen Niclasen vildi vera við.
?Hann hevur prógvað. hvat hann kann, segði Jóannes Eidesgaard.
Jørgen Niclasen svaraði aftur, at hann hevði bara teir upplýsingar at halda seg til, hann fekk frá umsitingini.