Hóskvøldið klokkan 19 skal B36 spæla móti stóra turkiska felagnum, Besiktas, í 2. umfari í undankappingini til Europa League. Hópurin kemur til Føroya við luksus privar-flúgvara mikudagin, men felagið hevur boðað frá, at ongir áskoðarar koma til landið.
Les eisini: Sigursdansurin ferðast kring heimin
- Felagið hevur boðað okkum frá, at ongir áskoðarar hav boðað frá, at teir koma til dystin í Føroyum. Tað er helst langt til Føroyar hjá teimum, men vit vita ikki um onkrir fjepparar koma privat, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36.
Talan er um stórt felag, sum eitt nú hevur HM-finalistin, Domagoj Vida, og europameistararnar, Pepe og Ricardo Quaresma, í hópinum. Tó koma spælararnir, sum hava luttikið í HM-endaspælinum ikki við.
Áskoðararnir hjá Besiktas eru tiltiknir, fyri at skapa ein góðan stemning til dystin, men í Gundadali verða tað “White Tigers”, sum mugu standa fyri stemninginum.