Besiktas noktar áskoðarum til dystin

Europa League: Ein dómur frá 2017 ger, at Besiktas ikki vil hava áskoðarar til dystin

Sum hevur In.fo hevur skrivað fyrr, so verður ongin áskoðari frá Besiktas til dystin hóskvøldið í Gundadali. Rúni Herup Olsen, formaður í B36, segði tá við In.fo, at Besiktas hevði boðað frá, at ongin áskoðari kom við til Føroya frá teimum.

 

Les eisini: Ongar áskoðarar við til Føroya

 

In.fo hevur spurt seg fyri hjá turkiska journalistinum Kaan Bayazit, sum eisini hevur ein podcast um Besiktas, hví so er. Hann greiðir frá, at Besiktas í 2017 fekk ein treytaðan dóm á tvey ár, eftir ein dyst móti franska Lyon.

 

- Um tað er nakar ófriður í samband við ein dyst hjá Besiktas, so verður gjørt álvara av treytaða dóminum, sum merkir at Besiktas missir loyvið at luttaka í kappingunum hjá UEFA. Tí hevur forsetin sett forboð fyri at ferðast til dystir, sigur Kaan Bayazit.

 

Tað var eftir Europa League dystin í 2017 í Fraklandi, at UEFA revsaði bæði Lyon og Besiktas fyri ásloðaratrupulleikar, ið gjørdu at dysturin bleiv seinkaður í 45 minuttir.