Jens Berthel Askou, fyrrverandi venjari hjá HB, hevur sett ein av ungu málverjnum hjá AC Horsens til TB. Tað er 19 ára gamli Anders Hoff. Tað hevur TB boðað frá fyri eini tíð síðan, og nú hevur AC Horsens eisini váttað tíðindini.
Talan er um ein leigu sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið í Føroyum. Ítróttarstjóri hjá Jens Berthel Askou og AC Horsens sigur, at málið er spælitíð – tí tað eru ikki útlit fyri tí í Horsens.
- Hann hevur ikki útlit til spælitíð og tí hugdu vit upp á nakrar møguleikar hjá honum at menna seg. Anders Hoff var útleigaður til Middelfart Boldklub í seinnu hálvu av 2022, men tað gekk ikki sum vit ætlaðu. Nú hevur hann fingið ein góðan møguleika í Føroyum, har hann kann fáa spælitíð, sigur Niels Erik Søndergård, ítróttarstjóri, við heimasíðuna hjá AC Horsens.
Ítróttarstjórin leggur afturat, at tey hava stórt álit á dygdunum hjá Andersi Hoff, men at hann hevur brúk fyri spælitíð, um hann skal menna seg. Tað fær hann ein góðan møguleika fyri í TB, heldur Niels Erik Søndergård.











