Frits Johannesen
Sjáldan hoyrir tú navnið Berthe Morisot, tá ið impressionistarnir verða nevndir, men satt at siga, er hon ein av mætastu listamálarunum innan hesa grein í listini
Hon varð fødd 15. januar 1841 í Bourges miðskeiðis í Frankaríki sama ár sum Frédéric Bazille og Auguste Renoir vórðu føddir. Faðirin, Edmé-Tiburce Morisot, var amtmaður, so tey skiftu oftani búpláss, men 1855 setti familjan búgv í París ? Rue Franklin. Berthe Morisot búði megin partin av ævi síni í Rue de Villejust. Beint áðrenn hon doyði í 1895, flutti hon til Rue Weber.
Impressionistarnir málaðu oftani uttandura. Men ikki sóust kvinnurnar gera tað. Tær vóru illa sæddar, um tær dittaðu seg til at fara út um at røra pensilin. Hetta vóru bara mannfólki, sum høvdu henda rættin. Nei, kvinnurnar skuldu mála innandura. Tað sømdi seg ikki fyri eina kvinnu, at standa undir fríum lofti og mála?.. nei, tær skuldu vera á ?Balkongini? og dyrka sít listaliga ítrív. Rue Franklin lá um hetta mundi úti á landinum. Kring húsini hjá foreldrunum var ein blómugarður, hvar Berthe Morisot hevði sítt fyrsta atelier. Í Rue Villejust vóru stór bøstykkir, hvar kvirran og friðurin ráddi . Hetta var nær við Bois de Boulogne, og her málaði hon kvinnur, ið spákaðu framvið, vatnið, trøini og svanarnar. Myndirnar hjá Berthe Morisot eru oftani lyriskar kvinnu- og barnamyndir og myndir av urtagørðum. Hon hevur eisini gjørt málningar av havnaløgum og fram úr góðar vatnlitismyndir við ymiskum motivum. Hon er ein kvinna og sæst tíðiliga í myndunum, at so er.
Berthe Morisot reisti nógv. Hon hevði verið í Spania, Onglandi, Italia, Belgia, Hollandi, á oyggjunum í ensku Kanalini og víða um í Frankaríki, men málaði bert heima við hús. Um hetta hevur verið ein bági ella ein styrki í list hennara er ilt at siga, men á uttanlandsferðunum hevur hon fingið íblástur til myndir sínar, so litur og strok vuksu úr myndunum sum dúnlættir hvítir pullar.
Í mong ár málaði hon undir somu bitum, sum hon sum húsmóðir arbeiddi og svav. Kom onkur inn á gólvið, goymdi hon stillisliga løriftið, máling og penslar burtur í einum skápi, sum ringt var at fáa eygað á, tí okkurt klæði goymdi at hesari forvitnisligu goymslu.
Mamma Berthe Morisot vildi hava døturnar - tríggjar í tali, Yves, Berte og Edma skuldu læra at tekna og mála. Berthe Morisot var tann einasta, sum við føstum fetum gekk tann listaliga vegin. Hon málaði eina tíð hjá Camille Corot, men 1868 kom vend í. Ein dagin hon málaði á Lovre - gjørdi eina eftirlíkning av eini mynd av Rubens, møtti hon Edouard Manet. Manet var við at gerast gamal, men hevði enn neistan í síni sál og gjørdi ikki minni enn 11 myndir av Berthe Morisot á ?Balkongini?. Í 1874, tá ið Berthe Morisot hevði avgjørt at gifta seg við beiggja Eduard Manet, Eugéne, málaði Manet Berthe Morisot. Bæði hava fingið íblástur til tað, sum skuldi henda. Eyguni á Berthe Morisot lýsa av gleði, eydnuleika og kærleika. Hetta hevur listamaðurin við kønu hond síni fest á løriftið við einum gløggum eyga, sum bert fá megna, men hetta dugdi Manet.
Ikki so fá orð eru skrivað um Eduard Mante og Berthe Morisot. Ikki kunnu vit siga, at hetta kom væl við hjá Berthe Morisot, men tvørtur ímóti vóru fleiri mistulkingar gjørdar um teirra vinskap. Tann fyrsti, ið skrivar um sambandið teirra millum, er sjálvur Èmile Zola: ?Madame Berthe Morisot er persónliga ein næmingur hjá Eduard Manet?. Hetta er ikki rætt. Manet hevur ongantíð tikið Berthe Morisot til sín sum sín næming (student) ella fylgissvein. Hesi orðini hjá Èmile Zola hava fylgt henni øll hesi ár, men sannleikin er tann, at tey sum myndlistafólk hava verið trúføst hvørt móti øðrum og hvør í sínum lagi hava givið íblástur til myndirnar, tey hava málað. Berthe Morisot var ein góð fyrimyndin hjá Manet, tá ið hann málaði portrettir av henni, og Morisot leiddi Manet á rásina til tann impressionistiska heimin, sum gjørdi hann føran fyri at skilja hesa grein í listina.
Við ljósinum, sum Eduard Manet brúkti í myndum sínum, hevði hann stóran týdning fyri impressionismuna, men sjálvur nýtti hann ongantíð málingarmátan, sum impressionistarnir brúktu. Men hann var ein tann fyrsti at mála á tann hátt, at útiljósið(Plein air) setti síni spor á fólk, lutir og dýr. Myndin av Balkongini 1869 er ein slík mynd. Manet hevði funnið út av, at ljósið spældi í andlitunum á fólki, soleiðis, at partar av t. d. andlitislutunumm, sum her nøsin á tí handaru kvinnuni, var óneyðug at mála til fulnar, tí ljósið gjørdi at andlitini livdi í tí lyriska ljósinum í hesi uttanduramynd. Í sama andadrátti vóru skapini nógv meira livandi enn hjá teimum gomlu listamonnunum. Henda myndin varð kveistrað burtur úr Salongini í (Lovre), sum nakað lítils- og láturvert, men myndin sjálv hevur havt alstóran týdning fyri impressionismuna. Manet og Monet vóru vinmenn. Monet fekk tann gamla Manet at fara út úr atelierinum, og sita uttandura andlit til andlits við motivið og mála.
Sum kvinna kendi Berthe Morisot sínar greinsur, men hon var ein tann ídnasti ?talsmaður? fyri impressionismuna, men ikki er tað sørt, tá ið lisið verður í bókmentum um list, hvussu lítið hon kemur fram. Hetta er harmiligt, tí sera dugnalig er hon. Hon var við á teimum fyrstu framsýningunum (1874) hjá impressionistunum, men ikki í 1879, tí tá var hon sjúk. Skotsmálini, ið impressionistarnir fingu í bløðunum frá teimum, sum skrivaðu um list, var ikki gott. T. d. stóð í onkrum blaði: ?Ja, sanniliga var ein kvinna, sum vágaði sær at stilla út saman við hasum ?Impressionistunum?!? Henda kvinna var Berthe Morisot.
Á Glyptotekinum í Keypmannahavn hanga einar fýra myndir av Berthe Morisot, har ímillum er myndin: Ammen ? ein, ið hevur barn á brósti fyri ein annan ( ein dadda ).
Hvat sæst í myndini?
Kvinnan, ið hevur barnið á brósti, eigur ikki barnið. Hon hevur kanska júst nú givið barninum, og av somu grund er barnið ikki í miðjuni á myndini. Barnið hyggur út í rúmið. Eygnakastið førir teg inn til barnið. Tann hvíti kjólin liggur sum dúnlætt kavafólv um barnið eins og roykurin á myndini hjá Monèt frá jarnbreytini í Lazaret. Kvinnan hyggur við myldum eygum at barninum, men tá ið leitað verður upp í høgra horn er einki har ? sæst bara tað gráa, døkka løritið, sum eisini er ein partur av myndini og er við at gera myndina. Tað sama kann sigast um niðasta og ovasta vinstra horn. Kvinnan er í einum hvítum kýsa við reyðum bandi, reyðari sloyfu og vinstri armur liggur so kærleiksfullur á tí hvíta barnakjólanum. Myndin er sera ljós. Strokini eru løtt við góðari fyllu í summastaðni og tann grái dúkurin, sum er sera sjónskur, styrkir tann hvíta litin og lyftir barnið upp í eina rúmliga demensión, so vit kunnu siga, at hetta er ein málningur, sum er málaður uttandura. (Plain-air mynd)
Greining
Kvinnan og barnið eru í einum meldri. Sentrifugalmeldurin, sum er í strokunum, manar og máar burtur partar av likamslutunum í myndini t. d. vinstra armin á kvinnuni. Hann er ikki til, men vit kenna hetta fyribrigdið: Lygnir á sjónum. Her er ein lygn, og okkurt er undir hesi lygn. Heilin arbeiðir víðari, og ger tað verunligt, tað sum ikki er , tí verða tær ómálaðu flaturnar eisini livandi, og tí kunnu vit siga, at tað sum ikki er, tað er til steðar hóast alt. Impressionistarnir dugdu sera væl eisini at leggja dýbd í sjálvt ljósspælið, ikki verður steðgað á á yvirflatuni, men liturin ber teg inn í myndina, og onkuntíð verður farið so langt inn undir strokini, at tú ert komin inn í meldurin í myndini.
Impressionistarnir komu fram, tá ið samfelagið fór at broytast. Tað støðufasta samfelagið misti sítt festi, og ídnaðarsamfelagið fekk sína vøggugávu. Nú var framleiðslan við maskinum. Fólk fluttu av bygd inn til býirnar og vóru við í framleiðsluni. Strokini í myndunum hjá impressionistunum fingu gongd á eina nýggja grein í listini. Lutirnir, sum maskinurnar gjørdu, var eisini nakað nýtt. Teir fóru framvið sum strok við somu fer sum hjá impressionistunum.
Tulking
Impressionisman er tann ljósa, ljóðkáta listagreinin, sum fródliga ber ein blómandi listaligan dám við sær. Hetta eru mentalar myndir í sálarligari javnvág, sum gevur lív til bæði deytt og livandi betur enn flest allar listagreinir. Berthe Morisot var fyrsti kvinnuligi impressionistur, og verður hugt at myndum hennara, kundu tær verið málaðar í gjár, serliga tá ið hugsað verður um barna- og kvinnumyndirnar. Tað eru bert klæðini, sum ikki eru tey somu. Berthe Moritsot gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær. Hon málaði t.d. dóttir sína í einni 15 ár, og tað hvíta gongur aftur, sum ein blástur av himneskum stjørnutinnum. Kvinnan í hesi mynd hevur lagt armin eymt, róliga og kærleiksfult á tað dropakenda hvíta litin. Í tí reyðu sloyfuni, teimum reyðu bondunum í kýsanum, lovar hon barninum (listini) sín (æviga) kærleika. Barnið er kinnareytt og reytt er kærleikans litur.