Bertel Haarder vónar at fáa nýggjan formann

Kendi fólkatingsmaðurin hjá Vinstra seinastu 44 árini, Bertel Haarder, heldur, at eitt formansskifti kann vera við til at fáa »afklaring og fred« í Vinstraflokkinum.

– Sjálvur er eg ein av teimum mongu í flokkinum, sum einki siga, men sum halda, at drúgva stríðið ikki er haldbært í longini, og at eitt formansskifti vónandi kann sakpa frið, sigur Bertel Haarder á Facebook.

Hann mælir tí til ein eykalandsfund bara við málinum um formansval og næstformansval á skránni.

Bertel Haarder sigur, at summarfundurin fyrst í august gjørdi útslagið.

– Fyri meg vóru tað framferðin hjá Løkke og Hjort og valið av tingbólkaleiðsluni, sum fekk bikarið at flóta yvir, skrivar hann á Facebook.

 

/ritzau/