Bert tríggir formenn vóru til døgurða

Bert tríggir av seks politiskum floksformonnum møttu til døgurðan við íslendska forsætisráðharranum í í Kirkjubø í gjárkvøldið. Í sambandi við almennu vitjanina hjá Johannu Sigurðardóttir og frú var løgmaður vertur fyri døgurðan í gjárkvøldið. Hann hevði boðið øllum seks floksformonnunum til døgurðan, men bert tríggir møttu.

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, var vertur, og síðani vóru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og John Johannesen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, til døgurðan.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevði frammanundan gjørt greitt, at hann ætlaði sær ikki til døgurðan, men heldur ikki Jørgen Niclasen ella Kári P. Højgaard møttu.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at hann kundi ikki fara til døgurðan, tí hann var sjálvur vertur fyri døgurða fyri norðurlendsku samstarvsráðharrunum í gjárkvøldið. Jørgen Niclasen sigur, at hann boðaði løgmansskrivstovuni frá hesum og spurdi, um hann skuldi senda annað umboð fyri Fólkaflokkin.

- Men eg fekk ikki nakað greitt svar, og so lat eg tað fara, sigur Jørgen Niclasen.

Hann avsannar, at nakað sum helst mótmæli liggur í fráveruni hjá Fólkaflokkinum, og hevði hann kunnað farið sjálvur, hevði hann verið til døgurðan.

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at hann fekk ikki farið til døgurðan, og heldur ikki hjá honum var talan um nakað mótmæli.