Bert skitistíðin eftir

Landsstýrið og danska stjórnin eru vorðin samd á fleiri økjum eftir annað umfar av samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tó eru partarnir enn ósamdir um skiftistíðina

John Johannessen

Úr Keypmannahavn


Danska stjórnin og landsstýrið eru vorðin samd á sjey ymsum økjum eftir annan samráðingarfundin um ríkisrættarligu støðu Føroya. Men partarnir eru ikki vorðnir samdir um skiftistíðina.

Hetta var úrslitið eftir átta tíma langa samráðingarfundin í danska forsætisráðnum týsdagin 2. mei.

Landsstýrið staðfestir, at partarnir eru vorðnir samdir um:

? At danska stjórnin er til reiðar at gera eina avtalu um, at Føroyar fáa fult sjálvræði í einum felagsskapi við Danmark, um føroyska fólkið ymskir hetta.

? At samráðingaruppleggið, landsstýrið legið fyri donsku stjórnina á fyrsta fundinum 17. mars, verður grundarlag undir framhaldandi samráðingunum.

? At danska stjórnin er til reiðar at samstarva um gjaldoyraviðurskifti í nýggja felagsskapinum.

? At danska stjórnin er til reiðar at samstarva um at umsita ymsik málsøki í felagsskapinum.

? At danska stjórnin er til reiðar at gera eina skipan, ið letur føroyingar búsitandi í Danmark varðveita somu rættindi, sum teir í løtuni hava. Harafturat eru partarnir eisini vorðnir samdir um at samráðast um serligar avtalur um rættindi hjá til dømis føroyskum sjómonnum í danska handilsflotanum.

Partarnir gjørdust eisini samdir um, at danska stjórnin skal virka fyri, at føroyingar skulu fáa somu rættindi til útbúgvingar í Norðurlondum, sum íslendingar. Tað vil siga, at virkast skal fyri, at føroyingar kunnu útbúgva seg ókeypis í øllum Norðurlondum.

Seinasta punktið, partarnir gjørdust samdir um, var, at endamálið við framhaldandi samráðingunum skal vera at skapa konkreta innihaldið av einum nýggjum fólkarættarligum felagsskapi millum londini bæði.


Halda fast um skiftistíðina

Hóast danski forsætisráðharrin nikkaði játtandi, tá løgmaður á tíðindafundunum í speglsalinum eftir samráðingarfundin reksaði upp hesi sjey punktini, var andin ikki júst tann sami, tá komið varð inn á búskaparligu skiftistíðina.

Landsstýrið og danska stjórnin eru nevniliga enn rúkandi ósamd um innihaldið av skiftistíðini. Kravið frá landsstýrinum er ein búskaparlig skiftistíð á 15 ár, har blokkstuðulin fellur javnt øll árini. Tilboðið frá donsku stjórnini er ein skiftistíð á 5 ár, har blokkstuðulin fellur javnt við 20 prosentum av 1,3 milliard um árið til einki er eftir. Ætlanin hjá donsku stjórnini er, at skiftistíðin skal byrja í 2002 og enda í 2006.

Hetta tilboðið vil landsstýrið ikki hoyra um. Bæði løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, eru samdir um, at hetta er ein skiftistíð, føroyska fólkið ikki fer at góðtaka á einari fólkaatkvøðu.

Men bæði løgmaður og Høgni Hoydal rokna við, at tað fer at bera til at samráða seg til eina betri skiftistíð, enn hana, danska stjórnin skjýtur upp. Hetta ætla teir sær at klára á næsta samráðingarfundinum, sum verður í Keypmannahavn 15. juni.


Fleiri trumfir

Landsstýrið hevur fleiri trumfir at leggja á samráðingarborðið í forsætismálaráðnum 15. juni, ið kunnu gera, at danska stjórnin fer at góðtaka eina aðra skiftiskipan enn hana á 5 ár.

Ein av trufunum er, at møguligar føroyskar oljuinntøkur skulu vigast upp ímóti blokkstuðulinum í eini skiftistíð á 15 ár.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, sigur seg hava eina kenslu av, at danska stjórnin ikki er blind fyri hesum møguleika.

Ein annar møguleiki, sum landsstýrið tó ikki í fyrsta umfari ætlar sær at seta fram sum krav móti donsku stjórnini, er at øll uttanlandsskuldin í ríkinum verður løgd saman og síðani býtt millum partarnar eftir fólkatali. Fyri føroyingar merkir hetta, at meginparturin av føroysku uttanlandsskuldini á meira enn 6 milliardir verður avskirvaður. Danmark hevur nevniliga ikki nakra serliga uttanlandsskuld, og tá okkara 6 milliónir verða býttar eftir fólkatali millum Føroyar og Danmark, er lítið eftir hjá føroyingum at gjalda.

Høgni Hoydal vísir tó í hesum sambandi á, at hann ikki heldur tað vera rætt av føroyingum at renna undan skuldini. Men hann leggur afturat, at hetta í veruleikanum er ein møguleiki, ið danski fíggjarmálaráðharrin, Mogens Lykketoft, vísti á undir samráðingunum týsdagin.

Mogens Lykketoft vísti nevniliga á, at tá føroyingar sambært sáttmálauppskotinum ynskja at taka yvir rískisognir í Føroyum, mugu teir eisini vera sinnaðir at taka yvir rískisskuld.

Ein triðji møguleiki, landsstýrið sær fyri skiftistíð, er at seta nýggja ríkissáttmálan í gildi í stigum, soleiðis, at fullveldismálið ikki er endaliga avgreitt fyrr enn um eini 15 ár.

Hvussu Føroyar kunnu fáa eina trygga skiftisskipan, fer landsstýrið at ráðføra seg við uttanlandsnevdina um.