Við uppskotinum til fíggjarætlan fyri komandi ár, eru vit nú so stutt frá hvørjum øðrum – meirilutin og Fólkaflokkurin – at tað bert er hálva skattaprosentið, 3,5 mió. kr., sum skilir partarnar.
Ongantíð áður hevur skattainntøkan verið so høg, ongantíð áður hevur raksturin verið so høgur. Hugalig og kveikjandi hugskot og vilji skorta ikki fyri at føra býin fram á leið. Møguleikarnir eru stórir í býnum og framtíðin bjørt. Vit fegnast saman við meirilutanum, um tíðina vit liva í, við virðing fyri teimum, ið hava givið okkara býráð hesa positivu støðu. Við hesum staðfestingum, hevur Fólkaflokkurin sagt, at vit taka undir við – og arbeiða í tøttum samstarvi við meirilutan – á flest øllum økjum, men tó meta vit, at nýggja kósin við at hækka skattaprosentið er ein vandaleið.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð hevur áður víst á, at vit arbeiða fyri, at inntøkur og vaksandi virksemi í kommununi kemur einstaka borgaranum til góðar. Tí fegnaðust vit um, at vit í inniverandi ári 2014, bæði kundu lækka skattaprosentið eitt vet, styrkja systkinaavslátturin, lækka gjøldini innan barnaansingina og hækka barnafrádráttin. Alt hetta til gagns fyri borgaran og serliga barnafamiljurnar.
Fólkaflokkurin hevur víst á, við ítøkiligum uppskoti til fíggjarætlanina, hvussu borgarin kann verða spardur fyri skattaálopi á 0,5% í 2015. Vit ynskja at kommunan varðveitir kappingarførið, og at náttúrligi vøksturin og gongdin, kommunan hevur verið í seinastu árini heldur fram.
Fíggingin av hálva skattaprosentinum, ið meirilutin ynskir at heinta frá borgarunum, er at finna í okkara uppskoti til fíggjarætlan fyri 2015,
– Inntøkumetingin er 167,5 mió. kr.
– Vøksturin av rakstrinum verður tálmaður eitt vet. Raksturin verður áljóðandi 108,9 mió. kr. komandi ár
– Hækka inntøkumetingina fyri felgasskattin við 1 mió. kr., soleiðis at metingin verður 7,5 mió. kr.
– Inntøkur, søla av fastognum og grundøkjum 1,4 mió. kr.
Tað er hugstoytt, at meirilutin ikki kann taka undir vit tí lítla, ið vit ynskja. Vit hava víst vilja í verki og annars tikið undir við fíggjarætlanini sum heild.
Vandi í hvørji vælferð
Býráðið alt er vitandi um, at í komandi ári henda broytingar í sambandi við samansetingini av fastognum hjá kommununi. Tí er tað hugstoytt, at hoyra umboð frá meirilutan úttala seg undir heitinum “trygg fíggjarstýring”, fyri at sannføra borgararnar um, at skattahækking er neyðug. Vit fara at heita á borgararnar og veljarar hjá fólkavalda meirilutanum, um at ávirka síni umboð til at broyta hugsan hesum viðvíkjandi. Tað er als einki, ið talar fyri, at kommunan er í einari støðu, at okkum tørvar skattahækking, tvørturímóti.
Klaksvíkar kommuna er ikki kappingarfør í skattapolitikki. Tær kommunur, ið vit samanbera okkum við, hava munandi lægri skattaprosent.
Sum býráðslimir er tað ørkymlandi, at meirilutin ikki megnar at ganga Fólkflokkinum á møti, so vit í felag kunnu samtykkja fíggjarætlanina fyri Klaksvíkar Kommunu 2015, tá ið tað bert er hálva skattaprosentið, ið skilir partarnar.
Klaksvík 6. november 2014
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen