Bert sigurin telur

VB-NSÍ:
Pól Thorsteinsson hevur leikbann móti gomlu liðfeløgunum, tá NSÍ vitjar suðuri í Vági

Upptakt

Fyri triðju ferð í ár bresta VB og NSÍ saman, tá farið verður undir triðja umfar í landskappingini. Liðini vóru nevnliga í sama bólki í steypakappingini, har talan gjørdist um ein sigur til hvønn.
Men eitt er steypakappingin. Nakað annað er landskappingin, og har hava bæði liðini alstóran tørv á stigum, um tey skulu fylgja við í kappingini um heiðurskrónur, soleiðis sum ætlanin var undan kappingini. Fyri bæði er nevnliga galdandi, at tey hava trý stig eftir tveir dystir, men kanska er støðan verri hjá VB, sum fekk sín ósigur móti uppflytarunum úr TB, meðan NSÍ kanska betri kann liva við at tapa í Gundadali móti HB.

Skerdir vágbingar
Tískil eru vágbingar snøgt noyddir at vinna dystin, men undir øllum umstøðum verður tað so eitt nakað skert VB lið, sum tekur ímóti NSÍ.
Tað liggur í øllum førum greitt, at miðvallarovastin, Marek Wierzbicki, framvegis ikki er førur fyri at spæla. Eitthvørt bilar við rygginum, men nú verkfallið er av, vóna vágbingar at fáa hann undir røntguna týsdagin, so greiða fæst á, hvat slag av skaða talan er um.
Harumframt er eisini ivasamt, hvussu verður við Predrag Zivkovic og Jón Paula Olsen. Predrag hevur havt trupulleikar við knænum, men hevur tó vant í vikuni. Jón Pauli byrjaði á beinkinum seinast, og tó at hann kom inn móti dystarenda, so er tað langt ífrá víst, at hann veruliga er førur fyri at spæla mánadagin.

Bert Pól
Hjá NSÍ er sum so einki ivamál millum leikararnar. Eingir skaðar gera um seg, men hinvegin dregur tað skeiva vegin, at Pól Thorsteinsson hevur leikbann, eftir reyða kortið í hálvfinaluni móti B68. At tað júst er dysturin í Vági, man heldur ikki gera støðuna lættari hjá Pól, men so er tað upp til Jógvan Martin Olsen at gera av, hvussu hann fer at blanda kortini, soleiðis at missurin av vágbinginum ikki verður ov stórur í Vági.