Bert seks tímar til stóra brakið í Miðlahúsinum

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Jonhard Hammer greiða frá stóra brakinum, sum byrjar klokkan 22

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson hevði við Jonhard Hammer, stjóra í Miðlahúsinum í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2.

 

Í samrøðuni fortelur Jonhard Hammer um stóra brakið í Miðlahúsinum, sum byrjar klokkan 22 í kvøld, har Signar í Homrum, Danny and the Veetos og Hilmar Jan Hansen fara at framføra fyri tí stóru mannfjøldini, sum verður samlað frammanfyri Miðlahúsinum.

 

Aftur í ár verða tað Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm, sum síggjast á myndini her, sum verða vertir fyri tiltakinum, og sendingini á Rás2, sum byrjar klokkan 18.30 í kvøld.