Løgmaður viðgongur, at arbeiðsbyrðan er sera stór, og at hann í løtuni hevur nógv stór og tung mál at taka sær av. Her er m.a. talan um marknaðaratgongd til ES og Eystureuropa, kommunuskuldina, marknatrætana við bretar fyri bert at nevna nøkur.
Anfinn Kallsberg sigur, at í hvussu er henda mánaðin aftrat fer at taka sær av fiskivinnumálum eisini. Hvat so hendir má tíðin vísa. Uppá fyrispurning hvat hendir, um málið fer at verða appelerað og harvið taka nógv drúgvari tíð sigur løgmaður: -Lat okkum nú fyrst fáa hetta afturum. So krevur man at taka støðu. Tað er greitt, at blívir málið við at draga út, so má okkurt gerast, tí tað er ikki rætt, at løgmaður situr við fiskivinnumálum í langa tíð aftrat. Tað kann ganga fram móti endanum á hesum mánaðinum, men so heldur ikki stórt longur enn tað.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann umframt at hava nógv stór og tung mál at umsita, so eru fleiri av hesum málum í eini slíkari fasu, at tey krevja avgerðir.
Eitt mál, sum eisini liggur og bíðar eftir eini viðgerð av løgmanni, er spurningurin um endurnýgging fiskiskipaflotans. Tað málið vildi tjóðveldisflokkurin ikki góðtaka, tá tað varð framlagt av John Petersen, og tí gjørdi løgmaður av at royna at mekla tvs. at koma við einum broyttum uppskoti, sum bæði fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin kundu taka undir við.
-Eg skal viðganga, at tað hava ikki verið stundir til hatta málið, men tað fari eg undir sum skjótast sigur løgmaður. Tað varð annars undir umrøðuni av hesum málinum, at John Petersen í Dagblaðnum segði, at vildi tjóðveldisflokkurin ikki taka undir við málinum, so fór fólkaflokkurin eisini at seta kílar í mál, sum tjóðveldisflokkurin virkar fyri.
Eingin ivi er um, at hetta eru nakrir sera turbolentir dagar ikki bert í Tinganesi men so sanniliga eisini í sjálvari samgonguni.