Talv
Vestmenningar hava vunnið allar sínar dystir, og dysturin móti Sandavági gjørdist einki undantak. Á fyrsta borði hevði Olaf Berg úr Sandavági hvítt móti John Rødgaard. Teir tóku javnleik í einari fløktari støðu, har John hevði finnu meir, men Olaf hevði meir rásarúm. Carl Eli dró ein tryggan sigur heim til vestmenningar á øðrum borði móti Torkili Nielsen, meðan Martin Brekká bert megnaði ein javnleik á triðja borði móti Rógva E. Nielsen, hóast Martin hevði finnu meir í endatalvinum. Á fjórða borði setti Samson Højgaard úr Vestmanna unga Jón Gregersen uppá pláss við fýrverki og offrum, so tað stóð eftirí. Harvið gjørdist tað ein væl uppiborðin 3-1 sigur til vestmenningar.
Klaksvíkingar dragnaðu
Kravið til klaksvíkingar var ein stórsigur, sum ikki var sørt órealistiskt, tá hugsað verður um, at nýklakti føroyameistarin Helgi D. Ziska sat við hvítum á ørðum borði hjá Havnini.
Á fyrsta borði setti Martin Poulsen ongantíð støðu sína í vanda fyri Havnina móti Heina Olsen, og endaði drúgva talv teirra við javnleiki. Helgi D. Ziska vísti ómetaliga styrki, og hóast Steintór Rasmussen royndi, tað hann var mentur, so megnaði hann ikki at halda 17 ára gomlu bjørnini aftur. Á triðja og fjórða borði vunnu Ólavur og Finnbjørn tryggar sigrar móti ávíkavist Herlufi Hansen og Hjalta T. Jógvanssyni, og sostatt vunnu klaksvíkingar ein veikan 2½-1½ sigur.
Vestmanna niður aftur
Botndystur var millum annað liðið hjá Vestmanna og annað liðið hjá Klaksvíkini, so sigast kann, at kríggjast varð í báðum endum. Her vann Klaksvík 3½-½, og førdi hetta við sær, at annað liðið hjá Vestmanna ikki longur kann bjarga sær í bestu deildini, men má komandi ár telva í aðru deild.
Sensatión skal til
Toppdystur verður seinasta umfar, tá fyrsta liðið hjá Klaksvíkini møtir fyrsta liðið hjá Vestmanna. Kravið til verandi føroyameistararnar úr Klaksvík er ikki minni enn ein 4-0 sigur fyri at endurvinna FM heitið. Leggjast kann afturat, at klaksvíkingar ikki kunnu missa annað plássið, so hóast harða kravið, kann væntast eitt spennandi síðsta umfar.
Avgjørt í unglingadeildini
Klaksvíkin hevur longu vunnið føroyameistaraheitið fyri unglingar. Eisini her eru tað Klaksvíkin og Vestmanna, ið berjast um oddin, men hóast Vestmanna kann koma ájavnt við klaksvíkingar við einum 4-0 sigri, so hevur Klaksvíkin fleiri vunnar dystir, ið er avgerandi.
Onnur og triðja deild
Kappingin um uppflyting er ikki avgjørd enn. Í aðru deild førir Havnin 3 við trimum stigum frammanfyri Kollafjørð. Kollafjørður vann 3-1 á Havnini 3 í vikuskiftinum, og tí er kravið hjá Havnini 3 at fáa 1½ stig í síðsta umfari fyri at tryggja uppflytingina.
Ì triðju deild vann Rókur fyrsta finaludystin, so ein javnleikur tann seinna dystin er nóg mikið hjá teimum at flyta upp í aðru deild.
---
Støðurnar eftir 9. Umfar
1. deild
Vestmanna 29,5
Klaksvík 1 26,5
Sandavágur 17,5
Havnin 17,0
Klaksvík 2 12,5
Vestmanna 2 5,0
2. deild
Havnin 3 23,0
Kollafjørður 20,0
Toftir 18,0
Klaksvík 3 17,0
Havnin 2 16,0
Sandavágur 2 14,0
3. deild
Cup-skipan
1-2 pláss
Rókur 2,5
Gøta 1,5
3-4 pláss
Vestmanna 3 3,5
Skopun 0,5
5-6 pláss
Sandavágur 3 3,5
Havnin 4 0,5
7-8 pláss
Vestmanna 4 4,0
Klaksvík 4 0,0
Unglingar
Klaksvík 19,0
Vestmanna 15,0
Rókur 14,5
Havnin 14,0
Sandavágur 9,5