Fótbóltsprát
Jákup Mørk / Álvur Haraldsen
KAUNAS: Undir venjingini mikukvøldið sást ein einsamøll vatn-fløska standa við vøllin, sum bar frámerki, soleiðis at óviðkomandi ikki skuldu drekka hana.
Orsøkin til hetta var, at Pól Thorsteinsson hevur nakað av krími, og at hetta undir ongum umstøðum skal smitta til aðrar leikarar.
Tá vit eftir venjingina fingu orðið á Pól, roknaði leikarin tó ikki sjálvur við, at hetta fór at verða nøkur forðing leygardagin.
? Nei, tað rokni eg ikki við. Talan er ikki um nakað ógvusligt krím, og tað er ikki so, at eg eri eymur í vøddum og liðum, men hinvegin kendi eg væl á mær, at eg eri eitt sindur slakkur. Men tað fáa vit so at síggja leygardagin. Verður tað ikki verri, enn tað er nú, so er nokk eingin vandi fyri dystinum.










