Chelsea venjarin Jose Mourinho var væl nøgdur um 1-0 sigurin, sum hann metir vera nóg tryggan til at vinna seg í finaluna.
Hinvegin plagar Mourinho eisini at vena seg um onkrar lutir, og soleiðis var eisini mikukvøldið.
- Vit høvdu fleiri møguleikar enn teir. Serliga í fyrra hálvleiki, og tí var 1-0 kanska í minna lagi. Í veruleikanum hava teir bara ein møguleika, og tá hevði Cech eina ótrúliga bjarging.
- Tað kann væl vera, at Benitez er nøgdur við at tapa 1-0, men vit eru eisini nøgdir um úrslitið. Vit meta í øllum førum, at hetta er nóg mikið, tó at alt er opið undan seinna dystinum, har Liverpool tó hevur ein fyrimun.
- Teir spæla móti Portsmouth um tríggjar dagar, og eg rokni við, at Benitez fer at spara onkrar spælarar í tí dystinum. Tað er eitt luksus, sum eg ikki havi ráð til. Hjá okkum er hvør dystur ein finala – eisini tann móti Bolton um vikuskiftið.










