Bert eitt ungdómshús og dansur av og á munar lítið

Bjørg Joensen,
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð

Ein munagóð íløga hevði verið at bygt ungdómshús í nærumhvørvinum, har tey ungu búgva. Tað kann verða ein fyrimunur at ungdómshúsini verða har graslíkisvallir eru/koma, eitt nú í Kaldbak, á Løgmannabreyt, á Hamarinum á Argjum og á Norðasta Horni.

Tá vit vóru ung í 80 árunum, var einki í býnum fyri okkum. Hóast arbeiðsmarknaðurin og samfelagið, sum heild er nógv broytt og setir alt størri krøv til foreldrini og tey ungu, eru viðurskiftini hjá okkara ungdómi kortini nærum óbroytt.

At vera tannáringur er trupult - tað vita flestøll, um tey minnast afturá. Í hesum árunum er umráðandi, at ungdómurin aftaná skúlatíð og um kvøldarnar hevur nøkur frístøð í tryggum umhvørvi.

Í mínum barna- og ungdómsárum var fótbóltur mítt áhugamál burturav, og eg minnist enn, hvussu keðiligt tað var at hugsa sær eftir hvørja venjing, at ein heil vika var til næstu venjing! Tá vit hittast uttan fyri skúlan, meðan vit enn eru børn, mennast vit í felagsskapinum, og læra at virka saman við øðrum, og ikki minst, hvussu vit bera okkum at í samfelagnum.
Tey vinfólk, sum eg tá fekk, eru framvegis partur av mínum vinarskara.
Sum frístaður er Margarinfabrikkin góð fyrimynd, men tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu fáa innivist. At onkur bjóðar teimum ungu niðan í Badmintonhøllina í dans av og á er heldur ikki nøktandi.

Tí haldi eg, at ein munagóð íløga hevði verið at bygt ungdómshús í nærumhvørvinum, har tey ungu búgva. Ein góð plasering kundi verið har graslíkisvallir eru/koma, eitt nú í Kaldbak, á Løgmannabreyt, á Hamarinum á Argjum og á Norðasta Horni.

Ungdómurin skal sleppa at gera sínar royndir, og sjálvur skipa fyri ymiskum ítrivum, við stuðli frá vaksnum fólki. Ungfólk dáma væl m.a. tónleik, sjónleik o.s.fr. og fleiri kundu tikið seg saman í áhugabólkar. Tað kundu verið fyrimunir við ymiskum frítíðarítrivum undir ?somu lon?. Kanska fingu tey í ítróttini smakk fyri at royna seg á øðrum kreativum økjum - og øvugt.

Foreldur raðfesta ungdómin hægst, tað eigur kommunan eisini at gera

Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum, ikki øvugt.