Bert eitt stig til Boga og Frem

Bogi Løkin spældi við frá byrjan til enda, tá Frem á heimavøllinum, Valby Idrætspark tók ímóti FC Fyn.

 

Dysturin endaði við einum 0-0 javnleiki. Frem hevði tað mesta spælið, men FC Fyn stóðu ógvuliga kompaktir, og tað eydnaðist fjónbúgvunum at verja tað eina stigið heim.

 

Heimasíðan hjá Frem hevur bert rós at bera til Frem-spælarnar, Martin E. Jensen og Frank Palka Jensen. Hósdagin hevur Frem eina lokaluppgerð á heimavølli, og verður hon ímóti AB.

 

Frem liggur enn tungt í sjónum. Liðið úr Valby liggur næstaftast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 12 stigum fyri 17 dystir. Roskilde og Kolding eru trið- og fjórðaftast, eisini við 12 stigum, men hesi bæði liðini hava bert spælt 15 dystir. Brabrand liggur langt aftast við bert fýra stigum.