Bert eitt barn í skúlaaldri

Eini 45 fólk eru skásett at búgva í Hesti, men bert fýra børn eru undir skúlaaldur

Hestur

Eini 45 fólk eru skrásett at búgva í Hesti, og av hesum eru fleiri menn enn kvinnur.
Barnaskúli er í bygdini, men har er bert ein skúlanæmingur. Fýra børn eru undir skúlaaldur, harav tað eina barnið táttar í skúlaaldur.
Útlitini fyri, at barnatalið veksur, eru einki serlig. Eitt ungt par við einum barni er í bygdini, men sum skilst, er ivasamt, um tey vera verandi í Hesti.
Hestur hevur havt dugnaligar útróðrarmenn, og enn er nakað av útróðri úr bygdini. Teir, ið rógva út, selja fiskin um uppboðssølu ella leggja hann upp í Skopun, har Sandoy Seafod keypir. Nú eru fleiri ár síðan, at fiskakjallarin í bygdini læt aftur.Nakað av landbúnaði er eisini og útoyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, hevur sína dagligu gongd í fjósinum.
Inni í havnini í Hesti liggja nakrir aliringar. Her gongur fiskur hjá Fiskaaling, og er hetta ein liður í lívfiskaarbeiðinum, sum annars fer fram í Skopun.