Bert ein stutt tøkk fyri sendingina Leivsjov

Símin Ósá

-----------

 

Tað hevur verið sera stuttligt at fylgt við hesum mongu ymisku typunum, sum Leivur tosaði við sunnukvøld. Í dag eri eg komin at kenna øll møgulig fólk, eg ongantíð havi sæð ella hoyrt um fyrr. Er eri blivin meira errin av at vera føroyingur aftan á at hava fylgt við Leivsjov. Managerarin hjá Eivør, ein prest úr Klaksvík, ein bedeman, fleiri sera skemtiligar persónar og so nakrar sera ídnar persónar í vinnulívinum, ein orginal úr Suðuroy osv osv. At síggja hvussu rík vit eru viðvíkjandi skapandi fólki á øllum møguligum økrum hevur verið einastandandi stuttligt. Allar møguliga typur hevur Leivur borðreitt við til stóra gleði fyri okkum sum elskaðu Leivsjov!

Eg komi at sakna Leivsjov, tí at har kom eg at hitta fólk sum eg ongantíð havi sæð fyrr á ein sera livandi hátt.