Bert ein stormskaði fráboðaður

Hóast veðrið leikaði í allan gjárdagin, hevur løgreglan bert fingið ta einu fráboðanina um stormskaða.

Henda fráboðanin kom úr Skálafirði – rættari sagt beint við Statoil-støðina á hesum staði.

Her er vanligt at fólk seta bilar frá sær á parkeringsøkinum niðan móti landsvegnum. Og tað var eisini her, at tveir teirra fingu skaða av storminum.

Vindferðin var so mikið ógvuslig, at grót snøgt sagt feyk á tveir av bilunum, soleiðis at rútarnir brotnaðu.

Politistøðin í Havn fekk fráboðanina um henda skaðan stutt fyri klokkan eitt í gjár.

(savnsmynd)