Teir vóru fýra mans saman í Havn í kvøld. Tveir hugdu at HM í fótbólti og tveir spældu Gekk.
Soleiðis segði Høgni Djurhuus, sum í kvøld var fjarritari fyri Martin Johannesen, ið hevði fingið fulla plátu.
Høgni segði, at Martin var ov smæðin at tosa við gekka-vertin í kvøld, sum var Magnus Magnussen.
Høvuðsvinningurin í kvøld var á 2,6 miljónir krónur, sum Martin valdi at deila í teir tríggjar leyparnar.
Í fyrstu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum við 900.000 krónum í.
Men, ólukkutíð streyk hjólið bert ein seym fram við bláa leypinum, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.
Hjólið steðgaði á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið Martini 60.000 krónur.
Hann valdi at royna aftur, og í aðru royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum hevði givið honum 80.000 krónur.
- Vit taka eisini síðstu ferð, vóru boðini hjá Martini, sum Høgni bar víðari til gekka-vertin.
Í triðju royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, og hetta gjørdist vinningurin í kvøld.
Vegna Martin Johannesen, takkaði Høgni Djurhuus og helt fyri, at 20.000 krónur eru eisini pengar.
##med2##