Bert ein atkvøða á muni millum listarnar í Skálavík

Á kommunuvalinum í gjár tryggjaði Linjohn Christiansen sær ein tepran meiriluta

Á kommunuvalinum í gjár var bert ein atkvøða á muni millum teir báðar listarnar, lista A og lista B, sum stillaðu upp í Skálavíkar kommunu.

 

Listi A við Linjohn Christiansen sum høvuðsvalevni fekk 55 atkvøður, harav sitandi borgarstjóri fekk tær 23, og næst valda á listanum, Anita Joensen, fekk 12 atkvøður.

 

Listi B við Jákupi Myllhamar í Geil og Torkil Dalsgaard á odda fekk 54 atkvøður, harav Jákup varð fyrst valdur við 15 atkvøðum, og Torkil fekk 12.

 

Tey fimm, sum vórðu vald í Skálavíkar kommunu, vóru Linjohn Christiansen (A), Jákup Myllhamar í Geil (B), Anita Joensen (A), Sunniva í Stovuni (A) og Torkil Dalsgaard (B).

 

Úrslitini á kommunuvalinum í Skálavik síggjast her niðanfyri:

 

##med2##