Bert eftirlit á staðnum

Eigarar av handlum og kioskum hava ikki loyvi til at sita heima og fylgja við vakmyndatólunum Tann 22. november 2010 varð fráboðað eftirlit framt í kiosk í Havn. Eftirlitið varð framt, eftir at Dátueftirlitið yvir longri tíð hevði fingið fleiri navnloyndar fráboðanir frá fólki, sum ikki kendu seg trygg við vakmyndatólini í viðkomandi kiosk. Talan var um fleiri starvsfólk og foreldur at starvsfólkum. Sagt varð m.a. at eigararnir sótu heima og eygleiddu starvsfólkini, meðan tey vóru til arbeiðis, og at eigararnir síðani ringdu til kioskina og bóðu ella spurdu starvsfólkini um ymiskt.

Á eftirlitinum kundi Dátueftirlitið staðfesta, at talan var um 11 vakmyndatól, og fekk eigarin boð um at fráboða vakmyndatólini.

Upplýst varð, at eigarin hevði atgongd til upptøkurnar á staðnum og skrivstovuni heimanífrá. Dátueftirlitið bað eigaran grundgeva fyri, hví neyðugt var at hava atgongd til upptøkurnar heimanífrá.

Málið varð lagt fyri Dáturáðið, sum á fundi tann 2. mars 2011 tók avgerð í málinum.

Niðurstøðan var, at eigararnir bert hava loyvi at hava atgongd til upptøkurnar á staðnum, t.v.s. í sjálvari kioskini í Tórshavn. Niðurstøðan fevnir bæði um at hava atgongd til live-upptøkur og goymdar upptøkur.