Menniskjakroppurin er farin at nærkast tí, sum er gjørligt at avrika, og frameftir verða nýggj met bert gjørlig við hjálp frá doping, gentøkni ella aðrari tøkni.
- Í øllum ítróttargreinum sæst nú ein útjavning. Heimsmetið í longdarlopi varð sett í 1991, metið í stangarlopi er frá 1994, og síðan serligu svimjidraktirnar vórðu bannaðar, eru tíðirnar versnaðar, sigur Steve Haake, sum er leiðari fyri ítróttarfakultetið á Sheffield Hallan University.
Geoffroy Barthelot frá INSEP ítróttarstovninum í París heldur, at ítróttarfólk í dag hava megnað 99 prosent av tí, sum er kropsliga gjørligt.