Hevur tú keypt ferðaseðil til vanlukkurakt ferðamál, so er tað avlýsingartryggingin, sum ger av, um hvørt tú hevur rætt til endurgjald ella ei.
Í morgun boðaði borgaratænastan hjá danska uttanríkisráðnum frá, at mælt verður frá at ferðast til Norðuritalia, tí at landslutirnir har norðuri er lutfalsliga hart raktir av Covid-19 smittuni.
Um tú liggur inni við einari ferð til Norðuritalia, so er tað í høvuðsheitum avlýsingartryggingin, sum skal tryggja, at tú fært okkurt fyri ferðaseðilin, sum tú ikki fært nýtt kortini.
Hevur tú keypt eina pakkaferð umvegis eina ferðaskrivstovu, ber altíð til at seta seg í samband við ferðaskrivstovuna og kanna, um tað er møguligt at leggja ferðina um, soleiðis at tú fært eitt nýtt ferðamál.
Men yvirhøvur vísa ferðaskrivstovur til tryggingarfeløgini í sambandi við møguligt endurgjald, og frá tryggingarfelagnum Trygd eru boðini, at ein avlýsingartrygging hevur alt at siga.
Ein vanlig ferðatrygging tekur við, um tú longu ert og ferðast á vanlukkuraktum stað, meðan avlýsingartryggingin tekur við, um ferðin má avlýsast áðrenn fráferð.
– Tey flestu tekna sær avlýsingartrygging fyri at tryggja sær, at ferðin kann avlýsast, skuldi onkur í familjuni doyð ella okkurt líknandi, sigur Brian Smedemark hjá Trygd.
– Men tryggingin tekur eisini við, tá talan er um vanlukkur uttanlands, so sum coronafarsóttin. Tað einasta, sum er, er at ferðamálið skal vera á listanum hjá danska uttanríkisráðnum yvir støð, har frárátt verður at ferðast til, sigur Brian Smedemark.
Brian Smedemark leggur aftrat, at tað er umráðandi at skriva seg upp á danskaralistan, tá tú fert at ferðast. Danskaralistin er ein appa hjá danska uttanríkisráðnum, ið gevur uttanríkisráðnum møguleika at geva tær týðandi upplýsingar, um kreppustøðu skuldi tikið seg upp í landinum, sum tú ferðast í.