Bert annar altjóða dysturin hjá Tim Marshall

Tim Marshall gjørdi eisini um seg, tá hann dømdi danska liðið, Randers FC í Andorra, 2. juli í fjør

Fyrra uppgerðin í fyrsta undanumfarinum millum NSÍ og hvítarussiska liðið, FC Shakhtyor Soligorsk, sum hvítarussiska liðið vann 2-0 á Svangaskarði á Toftum ígjár var bert annar altjóða dysturin hjá norðurírska dómaranum, Tim Marshall.

 

Ígjár gjørdi Tim Marshall um seg við ov nógvum gulum kortum til heimaliðið, og ið hvussu er einum brotssparksdómi, sum sá ógvuliga ivasamur út. Súrt hjá NSÍ, sum annars leikliga stóð seg væl.

 

Tá Tim Marshall dømdi sín fyrra altjóða dyst var tað í Andorra í fjør. Talan var eisini um ein dyst í fyrsta undanumfarinum í Europa League. UE Sant Julia tók ímóti Randers FC úr Danmark, og tá fekk Tim Marshall ilt í hópin hjá Randers FC, tá hann vísti ikki færri enn tveir spælarar hjá Randers av vøllinum. Fyrra útvísingin fall í 17. minutti, og onnur útvísingin fall í 81. minutti. Kortini eydnaðist tað Randers FC at vinna 1-0 í Andorra, og á heimavølli setti Randers FC tingini uppá pláss við einum 3-0 sigri, og harvið einum samlaðum 4-0 sigri. 

 

Mads Fenger, spælari hjá Randers FC segði tá við við blaðið "Amtsavisen", at hann var skelkaður av tí, sum hendi niðri í Andorra. Hann hevði forsvorið, at ein norðurírskur dómari, sum er vanur við eitt sindur hart, bretskt spæl, sum norðurírska ligan er kend fyri fór at loyva eitt sindur, men Tim Marshall helt ongan norðurírskan stíl, og Randers FC mundi komið í óføri í tí fyrra dystinum í Andorra. 

 

So fyri einum ári síðani stóð Randers FC við somu kenslu, sum NSÌ, tá Tim Marshall dømdi sín higartil fyrra altjóða dyst av tveimum. Gongur sum higartil, so dømir Tim Marshall ikki aftur ein altjóða dyst fyrrenn komandi summar.