Bert 17 sleppa inn samstundis

Listabólkurin FØRKA hevur sítt fyrsta tiltak í Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið. Hetta er ein installatión við málningum, upplestri av yrkingum og annað.

Av tí at hetta ikki er eitt heilt vanligt tiltak, men stimbrar sansir á fólki á ein heldur øðrvísi hátt,

hava tey, sum skipa fyri, valt einans at sleppa 17 gestum inn í senn, so øll kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt.


Tiltakið verður kvørt kvøld í døgunum frá 10. til 31. oktober frá kl. 19.37.


FØRKA er nýstovnaður listabólkur, sum hevur í hyggju at skipa fyri øðrvísi, nýskapandi tiltøkum,

har bert hugflogið setur mørk. Í bólkinum eru: Anna Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Ellindur Egilstrøð og Jónvá Danielsen