Einans fimtan prosent av el-framleiðsluni hjá SEV í juli mánaði kom frá varandi orkukeldum. Tað upplýsir SEV á heimasíðu sínari.
11 prosent komu frá vatni og 4 prosent frá vindi. Restin kom frá termisku verkunum.
Sama mánaða í fjør stóð varandi orka fyri 26,5 prosentum
Samlaða el-framleiðslan í juli mánaði minkaði við hálvumsjeynda prosenti samanborið við juli í fjør. Samlaða elframleiðslan higartil í ár hevur verið 3,1 prosent minni enn somu tíð í fjør, upplýsir SEV.