Bert 100 toll- og avgjaldsfríar sigarettir

Frá 1. Januar 2010 hava ferðandi bert loyvi til at flyta inn 100 sigarettir toll- og avgjaldsfrítt. Hevur tú sum ferðandi fleiri sigarettir við enn tað, skal tú gjalda avgjald av teimum. Avgjaldið er 1,90 krónur fyri hvørja sigarett - ella 190 krónur fyri hina helvtina av kartonginum.

Avgjaldið skal gjaldast til tollarnar í reyðu rásini í komuhøllini á flogvøllinum ella um tú kemur við Norrønu í reyðu rásini á Farstøðini.

Taks minnir eisini á, at hava sigarettirnar hjá tær í tínum persónliga viðføri. Tað er ikki loyvt at hava við sær sigarettir fyri onnur.

Er tú tó somikið frekur, at tú hevur fleiri sigarettir enn loyvt er at flyta inn toll- og avgjaldsfrítt, og tú ikki boðar frá tí til tollarnar í reyðu rásini, men gongur víðari í grønu rásini 1 metur burturfrá, skal tú rokna við, umframt at skula gjalda avgjald, eisini at fáa álagt eina tollsekt. Tollsektin er vanliga 2 ferðir avgjaldið.

Sostatt kann tað koma at kosta heilt upp í 667 krónur fyri eitt kartong av sigarettum.