Bernie Sanders vann flestar statir

Clinton, Trump og Cruz vunnu ein stat hvør

Donald Trump og Hillary Clinton eru enn trygt á odda í stríðnum at gerast forsetavalevni í heyst. Tey bæði vunnu størstu sigrarnar í undanvalunum í nátt, tá tey vunnu valið í Arizona. Arizona er størsti staturin, sum var upp á spæl í gjár og gav tí flest umdømismenn.

 

Bernie Sanders vann tveir statir, í Utah og Idaho. Hann hevur nú vunnið 10 statir og hevur ongar ætlanir um at gevast enn. Leygardagin vinnur hann væntandi allar tríggjar statirnar, sum val verður í og fíggjarliga stendur væl til - í februar savnaði hann meiri pening inn enn Hillary Clinton.

 

Ted Cruz gjørdi eitt ordans hál í Utah og fekk yvir 50 prosent av atkvøðunum, sum merkir, at hóast umdømismenninir vera tillutaðir samsvarandi atkvøðutalinum, fer hann avstað við øllum, tí hann fekk yvir 50 prosent. Hann fær tí teir 40 umdømismenn úr Utah, meðan Donald Trump fekk allar 58 í Arizona.

 

Hillary Clinton hevur nú 1.711 umdømismenn, 1.229 valdar og 482 sonenvndar superdelegatar, meðan Bernie Sanders hevur 939 umdømismenn, 912 valdar og 27 superdelegatar. Superdelegatarnir eru ikki bundnir at fólksins vilja og kunnu eisini skifta meining líka fram til landsfundin hjá demokratunum í summar.

 

Leygardagin er val í Washington State, Alaska og Hawaii og væntandi fer Bernie Sanders aftur at fáa góð úrslit har. Einki er tí avgjørt hjá demokratunum enn, men brekkan hjá Bernie Sanders er enn sera brøtt.

 

Hjá republikanarunum hevur Donald Trump 741, Ted Cruz 461 og John Kasich 145 umdømismenn. Donald Trump tvíheldur um, at hann enn fer at megna at fáa fleirtalið, ið krevst, men alsamt fleiri eygleiðarar vænta, at eingin hevur ein meiriluta, tá landsfundurin byrjar, og at avgerðin tí fellur á landsfundinum sjálvum.