Demokratiski flokkurin hevur í hesum døgum landsfund, har Hillary Clinton verður formelt vald til valevni hjá flokkinum til forsetavalið í heyst.
Landsstevnan hevur higartil verið merkt av nógvum roki eftir, at fleiri fjepparar hjá demokratiska mótvalevninum, Bernie Sanders, hava sýtt fyri at geva seg og stuðla Hillary Clinton. Hetta hóast, at Bernie Sanders sjálvur fór á pallin í gjár og gav sín fulla stuðul til Hillary Clinton.
Men hóast Bernie Sanders hevur ásannað, at hann tapti stríðið móti Hillary Clinton, so hevur hann enn ein møguleika at gerast forsetavalevni til valið í heyst. Jill Stein, valevnið hjá Grøna flokkinum, hevur nevniliga boðað frá, at hon er klár at víkja sín sess fyri Bernie Sanders.
- Um hann veruliga ynskir at gerast ein talsmaður hjá Grøna flokkinum fyri kollveltandi politikki, so víki eg við gleði fyri honum, segði forsetavalevnið við fjølmiðlar, tá hon helt eina røðu nærhendis landsstevnuni hjá Demokratunum.
Í røðuni fanst hon at Demokratiska floksleiðsluni fyri at hava arbeitt móti Bernie Sanders, og heitti á Bernie Sanders um at trekkja sín stuðul til Hillary Clinton aftur og stilla upp fyri Grøna flokkin.
- Um Bernie Sanders broytir hugsan og sær ljósið, tað grøna ljósið, at vit eru framtíðin í hesi kollvelting. Um hann veruliga gerst ein talsmaður fyri sjálvstøðugan triðja flokka politikki, so meti eg, at tað ikki finnast mørk fyri hvat vit kunna fremja við Bernie á odda fyri Grøna flokkin, segði Jill Stein um óformella tilboðið til demokratiska senatorin.