Myndin av amerikanska senatorinum, Bernie Sanders, til setanina av nýggja amerikanska forsetanum, Joe Biden, 20. januar í ár hevur verið photoshoppað óteljandi ferðir. Fólk kring allan heimin hava tikið hesa myndina og sett hana á aðrar myndir av øllum hugsandi fólki og støðum.
Myndin av Sanders í heimabundnu vøttunum, heita jakkanum og koronumaskuni er farin aftur í fortíðina, sett í søguligar staðsetingar, senur úr filmum, kendar málningar og mangt, mangt annað.
Í Vikuskifti hjá Sosialinum hava vit eisini roynt okkum og sett Bernie Sanders í vælkendar føroyskar støður.
##med2##
Tað var Jen Ellis, ein lærarinna í Vermont, sum hevði bundið, nú víðakendu vøttirnar, úr endurnýttum ulltroyggjum og flis úr endurnýttum plastikkfløskum.
##med3##
Toymi hjá Sanders framleiddi síðani blusur við myndini á, og yvirskotið av søluni, sum var meir enn 11 milliónir krónur, var latið vælgerandi endamáli.
##med4##