Tá íslendski tungmálmsbólkurin Skálmöld og íslendska Symfoniorkestri skuldu framføra saman í Hörpu um vikuskiftið, var heitt á Bernharður Wilkinson, um at stjórna teimum.
Bernharður, ið býr í Føroyum og er vælkendur fyri arbeiði við Føroya Symfoniorkestri, hevur arbeitt saman við íslendska Symfoniorkestrinum í nógv ár, og var tí eitt upplagt val.
Á Facebooksíðu síni lat Skálmöld ongan iva vera um, at Bernhard var rætta valið, tí beint eftir seinastu aðalroyndina, skrivaði Skálmöld soleiðis:
"Our Conductor, Maestro Bernharður Wilkinson. This man is nothing short of a Genius!"
Eftir eitt vikuskiftið við útseldum og sera væleydnaðum konsertum, kann eisini staðfestast, at sjálvt um blandið millum tungmálm og symfoniorkestur kann vera ein møtismikil uppgáva at fáa at rigga, so hevur Bernharður megnað at hildið skil á galskapinum.
Omanfyri sæst eitt filmsbrot, ið onkur hevur tikið upp við fartelefon, hóast góðskan kundi verið betur, so letur brotið ongan iva vera um, at hetta hevur verið ein stórfingin uppliving.








