Mánadadagin klokkan 17 verður almenn hugnaløta í Múllers Pakkhúsi í Havn fyri Bernharði Wilkinson, sum fyllir 60 hendan dagin.
Og fyrireikararnir siga, at har eru øll vælkomin at heiðra føðingardagsbarnið,
Hesi seinastu árini hevur Bernharður sum fáur sett sín dám á føroyskt tónleikalív og bæði sum dirigentur, tónleikari og fyriskipari hevur hann lyft føroyskan tónleik upp á eitt heilt nýtt støðið.
Hann er føddur og uppvaksin í Manchester, har hann fekk sær tónleikaútbúgving, men flutti ungur til Íslands, har hann livdi og virkaði sum tónleikari í mong ár.
Men sum hálvur føroyingur hevur hann alla tíðina havt samband við føroyskt tónleikalív og varð her javnan. Men serliga síðani hann hann flutti higar fyri nøkrum árum síðani at búseta seg, hevur hann havt ómetaliga stóran týdning í royndunum at menna føroyskan tónleik.
Á hugnaløtuni í Müllers Pakkhúsi verður eyðsæð tónleikur at hoyra og tað verða bæði tónleikarar, sum hann plagdi at stjórna og spæla saman við, ið fara at spæla og somuleiðis fara næmingar í musikkskúlanum at spæla fyri honum.
Høvið verður eisini at bera eina heilsu fram og afturvið øllum verður okkurt lætt og leskiligt at fáa.