Bermuda er eingin trupulleiki

Hóast tað verða túsund ítróttarfólk færri við á Oyggjaleikunum á Bermunda samanborið við undanfarnu leikir, sær formaðurin í altjóða Oyggjaleikanevndini ongan trupulleika við hesum.

Luttakaratølini fyri Oyggjaleikirnar vísa, at tað gongur eitt sindur upp og niður við talinum á ítróttarfólki. Seinastu árini hevur tað mest gingið upp. Á leikunum á Guernsey í 2003 vóru 2129 ítróttarfólk við. Síðani minkaði talið munandi til leikirnar í Hetlandi í 2005, sum vóru avbjóðandi við kostnaði og ferðing. Á næstu leikunum vaks talið væl upp um tvey túsund aftur, men nú Bermuda er vertur fyri leikirnar, verða 1225 ítróttarfólk við.

Orsøkin er, at ferðingin til Bermuda og uppihaldið har er ein stór avbjóðing – serliga fíggjarliga – fyri flestu oyggjarnar. Tí hava Oyggjaleikirnir mist eini túsund ítróttarfólk hesaferð.

Jørgen Pettersson, formaður í International Island Games Association, sær tó ikki tann stóra trupulleikan í hesum.

- Vit vistu frá byrjan, at leikirnir á Bermuda fóru at verða ein stór avbjóðing, og at tað fóru at verða færri luttakarar. Men tað gongur upp og niður, tá ið kostnaðurin fyri ferð og uppihald hækkar og lækkar, og tað tola vit. Tá ið leikirnir vóru í Hetlandi minkaði luttakaratalið, og vit kunnu eisini rokna við, at luttakaratalið í Føroyum í 2019 verður minni enn tað er nógva aðrastaðni, sigur hann.

- Á leikunum á isle of Wight fyri tveimum árum síðani var fimtahvørt ítróttarfólk antin fótbóltsspælari ella kurvabóltsspælari, og tað er serliga liðítrótturin, sum verður verri umboðaður á Bermuda. Tað síggi eg ikki sum tann stóra trupulleikan, tí tey koma viðaftur næstu ferð, og hesaferð fáa aðrar ítróttargreinar so betri umtalu og pláss á leikunum, sigur Jørgen Pettersson.

- Harafturat skulu vit eisini kunna hava leikirnar á Bermuda, í Hetlandi og í Føroyum, sigur hann.