Berlusconi verður ikki dømdur

Rætturin í norðuritalska býnum Milano sýtir fyri at viðgera nakrar ákærur ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi við teirri grundgeving, at tær eru firnaðar.

Talan er um eitt mál um korrupsjón, og hetta er tað fyrsta av fýra málum, sum ákæruvaldið hevur reist ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum. Málið byrjaði fyri fimm árum síðani, og Berlusconi hevur alla tíðina noktað seg sekan. Ákæruvaldið ivast hinvegin ikki í, at hann er sekur, og at hann eigur at fáa fimm ára fongsulsrevsing.

Italska ákæruvaldið sigur, at Silvio Berlusconi rindaði bretska skattasakføraranum David Mills pengar fyri at fáa hann at geva myndugleikunum skrivar upplýsingar undir tveimum rættarmálum í nítiárunum.