Eitt italskt blað, sum Silvio Berlusconi eigur, hevur í dag útgivið 26 síður við myndum av Kate Middelton.
Tær toppleysu myndirnar av Kate Middelton, sum er gift við bretska prinsinum William, eru nú komnar víða runt.
Frammanundan hevur franska blaðið Closer, sum Silvio Berlusconi eisini eigur, og tað írska blaðið Daily Star almannakunngjørt myndirnar, og í dag gav enn eitt blað, sum Berlusconi eigur, út myndirnar.
Blaðstjórin á blaðnum sigur, at sjálvt ikki ein umbøn frá drotningini kann steðga teimum.
Blaðið, sum útgevur myndir eitur Chi, og tey og hini bløðini fara allarhelst at enda í rættinum. Bretska kongahúsið krevur, at allar myndir av toppleysu Kate verða tiknar aftur.
Blaðstjórin á blaðnum Chi sigur, at hann ongar ætlanir hevur um at taka myndirnar aftur, tí hann heldur seg hava rætt til at vísa hvussu parlagið millum tvey kend
fólk er.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.