Berlusconi tapti fólkaatkvøðu

Í Italia hevur Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, tapt eina fólkaatkvøðu um nakrar týðandi spurningar. Millum annað skuldu fólk siga, um Italia skal fáa sær kjarnorku, og um politikarar eiga at sleppa frá at møta í rættinum, um teir hava ov nógv at gera.

Fyribilstøl vísa, at tey flestu hava atkvøtt ímóti kjarnorku og ímóti at sleppa politikarunum undan at fara í rættin, bara tí teir hava nógv um at vera.

Eygleiðarar siga, at ósigurin er eitt stórt bakkast fyri Berlusconi, sum fyri stuttum misti valdið í stórbýnum Milano til vinstravongin.