Berlusconi spiltur út

Í Italia ger stjórnin hjá Romano Prodi, forsætisráðharra alt fyri at greiða fólki frá., hvussu nógv hon hevur at gera við at rudda eftir fyrrverandi stjórnina og serliga fyrrverandi forsætisráðharran Silvio Berlusconi.

Í samrøðu við blaðið La Republica sigur Prodi, at stjórnin noyðist at draga syndirnar hjá undanfarna forsætisráðharranum fram, so fólk kunnu skilja tey inntriv, sum nýggja stjórnin noyðist at fremja. Sambært Prodi er verður hallið á ársins fíggjarlóg nógv størri, enn hann hevði væntað, áðrenn hann tók við.

-Vit noyðast tí at spara, men fólk skulu vita, at tað er ikki okkara skyld, sigur Prodi við La Republica.

Tað er tó ikki hald í øllum atfinningunum hjá nýggju stjórnini. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði týska blaðið Die Zeit frá italskum stjórnarkeldum, at sambært einari frágreiðing er Italia tað ES-landið, sum ger minst fyri at verja umhvørvið, men hesum hevur ES víst aftur.