Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi verður nú lagdur undir at hava goldið trimum kvinnum umleið eina millión krónur fyri at fáa tær at bera falskan vitnisburð í rættarmálinum um sambandið millum Berlusconi og eina unga gentu úr Marokko. Harafturat skal hann hava lagt trýst á løgregluna í Milano fyri at fáa hana at halda málið loyniligt.
Ákæruvaldið hevur ákært Silvio Berlusconi fyri at hava havt kynsligt samband við ta marokkansku Karina el-Mahroug, hóast tað var ólógligt, tí gentan var ov ung.
Nú vil ákæruvaldið vera við, at Berlucsoni rindaði trimum øðrum kvinnum tilsamans eina millión krónur fyri at fáa tær at vitna ímóti ákæruvaldinum. Sjónvarpskvinnan Nicole Minetti (myndin) fekk góðar 400.000 krónur, og tvær aðrar kvinnur fingu 550.000 kónur at býta sínamillum.










