Berlusconi rindaði fyri verju frá mafiuni

Í 1970-unum burturflutti mafian í Italia fleiri ríkfólk fyri at fáa loysigjald aftur fyri at lata tey leys, og fyri at tryggja seg og síni rindaði fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlusconi mafiuni fleiri milliónir krónur, so tey ikki skuldu blíva burturflutt.

Hetta kom fram í einum rættarmáli í gjár, skrivar Reuters. Har kom undan kavi, at Cosa Nostra-mafian kravdi pengar aftur fyri at verja Berlusconi og húski hansara, og tað kostaði ikki lítið, skrivar Reuters.

Men tað var ikki bara Cosa Nostra, sum fekk verjupengar frá Berlusconi, tí fyrrverandi stjórnarleiðarin keypti sær eisini verju frá brotsmanninum Vittorio Mangano, sum seinni bleiv dømdur fyri morð. Ákæruvaldið hevur víst á, at Mangano búði heima hjá Berlusconi miðskeiðis í sjeytiárunum, har hansara uppgáva var at verja húsfólkið.

Rættarmálið, sum nú er til viðgerðar, hevur eisni beinleiðis samband við Berlusconi, men ein politikara í flokkinum hjá Berlusconi, sum er ákærdur fyri at hava havt samband við mafiuna.