Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, var so misnøgdur við nakrar spurningar, sum hann fekk undir einari beinleiðis sjónvarpssending, at hann rýmdi úr sjónvarpshølunum.
Sambært BBC spann øði í Berlusconi, tá sjónvarpskvinnan Lucia Amnunziata setti honum nakrar spueningar í sambandi við tjóðartingsvalið, sum verður í næsta mánað, og tá hon spurdi hann um hansara fíggjarviðurskifti og støðuna í Irak. Berlusconi svaraði við at leggja sjónvarpskvinnuna undir at hoyra til vinstravongin í italskum politikki, og at tað var ikki hennara uppgáva at gera av, hvat hann skal gera.
-Hetta er mín sending, og her er tað eg, sum geri av, hvat spurt verður, svaraði Lucia Amnunziata. Tá sendingin hevði vart einar 20 minuttir, reistist Berlusconi og rýmdi í øðini.