Berlusconi missir undirtøku

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevur ongantíð verið so illa umtóktur millum sínar landsmenn sum nú. Tað sæst í einari nýggjari kanning. Hon vísir, at 31 prosent eru nøgd við hann sum stjórnarleiðara. Í februar søgdu 35 prosent, at tey vóru nøgd við hann, men tá hann varð afturvaldur í 2008, søgdu 62 prosent, at tey styðjaðu hann.

IPR-stovnurin, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at stjórnin og teir flokkar, sum stuðla henni, eru undir stórum trýsti bæði innanlands og uttanlands orsakað av teimum nógv umrøddu gølunum hjá Berlusconi. Tað sæst eisini í kanningini, tí har siga bara 23 prosent, at tey stuðla stjórnini.