Berlusconi hóttir við vali

Forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, hóttir nú við at skriva út nýval, um tjóðartingið samtykkir eina misálitisváttan á seg í næsta mánað. Berlusconi mundi fallið í summar, tá ein av hansara fremstu stuðlum, Franco Fini, tók sín flokk burtur úr samgonguni. Skal stjórnin vinna álitisatkvøðugreiðsluna í september, má hon fáa stuðul frá Fini og hansara flokki.

Nú leggur Berlusconi trýst á fyrrverandi samstarvsfelagan.

-Skuldi tað hent, at vit fáa val, fara vit at fáa minst 50 prosent av atkvøðunum, og so halda vit fram, segði forsætisráðharrin í gjár.

Italska ákæruvaldið kannar fleiri mál, har forsætisráðharrin er undir illgruna fyri svik, og Franco Fini hevur millum annað hartað Berlusconi fyri at skerja valdið hjá dómsvaldinum.