Berlusconi hóttir italsku stjórnina

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi hóttir nú við at spreingja stjórnina hjá Mario Monti. Berlusconi sigur, at stjórnin er í ferð við at leiða tjóðina í óføri, og at Frælsisflokkurin tí fer at taka støðu til, um hann skal styðja stjórnina ella ikki.

Frælsisflokkurin er størsti flokkur í italska tjóðartinginum, og ger flokkurin av at venda sær ímóti stjórnini, kann tað hava við sær, at val verður útskrivað. Júst sum Berlusconi kom við hóttanini ímóti stjórnini, vóru fleiri túsund fólk komin saman í Rom at mótmæla sparingunum hjá stjórnini.

Silvio Berlusconi noyddist at leggja frá sær sum forsætisráðharri í fjør. og í gjár fekk hann eitt árs fongsul fyri skattasvik. Men hann fer ivaleyst at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.